Um okkum

Býlingshúsið undir Fjalli er ein dagstovnur í Tórshavnar Kommunu. 

Vit hava eina vøggustovu, Fjalsstova, við børnum 0-3 ár, og tvær barnagarðsstovur, Gráasteinsstova og Vesturstova, við børnum 3-7 ár.

Vit leggja dent á eina góða móttøku - at børn og vaksin kenna seg væl at koma inn í húsið. Vit eru eitt livandi stað, har menning og upplivingar fáa frítt spæl. Har nærvera er ein týðandi partur av okkara arbeiði, soleiðis at børn og vaksin trívast og mennast í tryggum umhvørvi. 

Vit vita at menniskju eru ymisk og hava ymiskar tørvir. Tí taka vit støði í tí einstaka barninum. At geva børnunum umstøður og rúm at menna seg kropsliga og sálarliga. At menna og menta børnini, geva teimum upplivingar og avbjóðingar.

Okkara mál sum starvsfólk er at skapa: Rúm og møguleikar fyri menning, spæli, og læru, á stovninum og úti í náttúruni. At geva børnunum mentunarligar, skapandi upplivingar í einum gerandisdegi við sjónligum karmum og nærverandi starvsfólki. Børnini í Býlingshúsinum undir Fjalli skulu uppliva, at tann vaksni er umsorganarfullur og rúmar barninum og gevur hvørjum einstøkum barni pláss.

Í einum ekkaleysum gerandisdegi skulu børnini hava møguleika at mennast gjøgnum spæl og samspæl við onnur, hava møguleika at vera skapandi og hava loyvi at brúka hugflogið.

Foreldrini eiga til eina og hvørja tíð at kenna tryggleika við stovnin og at hava álit á starvsfólkunum - og sjálvsagt eitt gott samstarv millum stovn og heim er høgt raðfest. 

At hava tað stuttligt - børn og vaksin - er sjálvsagt ein sera týðandi partur av okkara arbeiði. 
Afturvendandi tiltøk er nakað sum vit eisini raðfesta her á Hamrinum. Tað er jólahald, føstuhald o.a. og sjálvandi føðingardagar. 

Um tit ynskja at hoyra meir um okkum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Virðisgrundarlag

At skapa eitt umhvørvi merkt av umsorgan og tryggleika, har ymiskleikin hjá børnunum verður virdur
At taka støði í møguleikum og tilfeinginum hjá børnunum, sum besta grundstøðið undir menning
At stuðla uppundir forvitnið og ríkidømið uppá hugskot og kreativitet, so børnini fáa hug til lívið og hug at læra
At taka børnini við í demokratisku gongdirnar og avgerðirnar, so tey læra at taka á seg ábyrgd av felagsskapinum og sær sjálvum - við støði í teirra fortreytum. 

 

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

09.11 | 23:06

Ein frálík heimasíða :)

...
20.08 | 17:01

Stuttligt at kunna fylgja við børnum okkara gjøgnum hesar frálíku myndir <3 :)

...
21.10 | 00:58

...
21.10 | 00:56

Ein deilig heimasíða

...
Du kan lide denne side