Námsætlan

Námsætlan hjá Býlingshúsinum undir Fjalli 2009

Okkara nýggja útgáva, av námsætlanini, er í løtuni í gerð.....

Í okkara stovni er spælið í miðdeplinum og vit miða ímóti at skapa eitt umhvørvi, sum stuðlar eini heildarmenning, soleiðis at málini, sum eru í okkara námsætlan, verða uppfylgd.

Tað hevur stóran týdning, at einstaka barnið kennir seg vælkomið og væntað, tá tað kemur um morgunin.

Barnið skal kenna seg góðtikið, sum tað er, og vita, at tað er í lagi.


Okkara gerandisdagur er merktur av nógvum túrum út úr húsinum. Vit brúka nógv nærumhvørvið.

Vit skjalprógva:

  • Við dagligum sambandi við foreldrini, har vit siga frá um upplivingar frá degnum.
  • Vit skriva dagbók á teldunum um hvat fer fram um dagarnar og skriva á talvurnar, tá okkurt serligt er.
  • Vit taka myndir og vísa tær á teldunum og gera uppsløg.
  • Vit hongja upp og vísa tað, børnini hava evnað/skapað/gjørt.


Persónligir førleikar:

Nakrir týdningarmiklir persónligir førleikar eru sjálvsvirði, at seta mørk, hugflog, kreativitetur, kenslur, motivatión, støðutakan og áhaldni.

Mál:

  • Børnini skulu vita, at tey eru ok, og at okkum dámar tey, sum tann persónur, tey eru.
  • Børnini skulu hava gott sjálvsvirði og góð evni at seta seg í støðuna hjá øðrum.
  • Børnini skulu hava dirvi og vera forvitin.
  • Børnini skulu vera aldurssvarandi sjálvbjargin.
  • Børnini skulu duga at seta mørk, um okkurt er, tey ikki hava hug at taka lut í.

Hvat gera vit:

  • Vit vaksnu eru góðar fyrimyndir.
  • Vit vaksnu vísa børnunum, at okkum dámar tey, sum tey eru.
  • Vit vaksnu eru tilvitað um at viðurkenna børnini og teirra gerðir og vísa, at tað er í lagi at seta mørk.
  • Vit vísa týðiliga, at vit trúgva upp á, at børnini megna nýggjar avbjóðingar, vit seta teimum. Vit vísa børnunum á nýggj viðurskifti/virksemi, til tess at fanga forvitni teirra og styrkja trúnna upp á seg sjálvan..
  • Vit royna, í tann mun tað ber til, at ganga ynskjum barnanna á møti og stuðla/ eggja teimum til at taka lut í virksemi, sum er nýtt fyri tey.

Tekin:

  • Børnini trúgva upp á, at tey eru ok og eru glað.
  • Børnini duga at vísa umsorgan fyri hvørjum øðrum.
  • Børnini taka stig til virksemi, og líta á, at tey duga sjálvi, og taka onnur børn við í spæl.
  • Børn, sum bjóða seg til at hjálpa.
  • Børnini eru forvitin og áhugað í at læra nýtt.
  • Børnini vísa mørk og viðurkenna eitt nei.

Eftirmeting:

  • Vit tosa um einstaka barnið á stovufundi, um trivnaðin og menningina í bólkinum.


Sosialir førleikar:

Til tess at kunna virka væl í sosialum sambondum er týdningarmikið at børnini duga sosialar spælireglur. Børnini skulu kunna vera við í øllum samanhangum og duga at bera seg millum fólk.

Mál:

  • Børnini skulu duga sosialar spælireglur.
  • Børnini skulu duga at fáa felagsskap í lag við onnur
  • Børnini skulu vísa virðing fyri hvørjum øðrum og góðtaka ymiskleikar hjá hvørjum øðrum.
  • Børnini skulu fara væl við lutum, sum eru uttan um tey.
  • Børnini skulu duga at bíða eftir teirra túri.
  • Børnini skulu duga at vísa umsorgan og hava empati.
  • Børnini skulu kenna seg sum part av felagsskapinum.

Hvat gera vit:

  • Vit vaksnu skulu vera góðar/ trúverdigar fyrimyndir, og gera børnini varug við, at tey eisini eru fyrimyndir hjá hinum børnunum.
  • Tosa við børnini um prátingarlagið.
  • Hjálpa børnunum at bíða eftir teirra túri.
  • Gjøgnum spæl og gerandisvirksemi læra børnini at samstarva og vísa ábyrgd.

Tekin:

  • Vit hava glað og trygg børn við góðum prátingalagi.
  • Børnini duga at bíða eftir túri og hjálpa hvørjum øðrum.
  • Børnini troysta og vísa umsorgan fyri hvørjum øðrum.
  • Børnini góðtaka ymiskleikan hjá hvørjum øðrum.
  • Børnini duga at fáa vinir og virða vinarløg hjá hvørjum øðrum.

Eftirmeting:

Á stovu- og starvsfólkafundum tosa vit um trivnaðin hjá børnunum at tryggja okkum at øll eru ein partur av felagsskapinum


Skapandi evni:

Vit halda, at børnini skulu sleppa at vera kreativ og duga at skapa egin verk. Tey skulu gerast kunnug við, hvussu ymiskt tilfar verður brúkt og hvørjir møguleikar eru. Skapandi evni er eisini tónleikur, dansur, sjónleikur. Tey vaksnu skulu geva íblástur og stuðla.

 Mál:

  • Børnini skulu hava áhuga í og sleppa at vera kreativ og skapa egin verk.
  • Børnini skulu sleppa at brúka sítt hugflog, at finna uppá og hugsa øðrvísi.

 Hvat gera vit:

  • Vit hava verkætlanir, har børnini td. gera listarverk.
  • Tað, sum børnini hava skapað, verður viðfarið við virðing. Myndir og lutir verða hongd upp/ sýnd fram.
  • Børnini verða eggjaði til at taka lut í ymiskum virksemi
  • Børnini verða gjørd varug við ymiskt tilfar ss. gips, gandadeiggj, máling, tógv, pappír, papp, perlur, modellervoks osfr.
  • Vit hava tilfar og amboð til taks ss. litblýantar, pappír, saks og lím, so børnini kunnu “útfolda” seg.
  • Vit syngja, og spæla sjónleik, bæði børn og vaksin.
  • Vit spæla við sand og vatn, klossar og lego
  • At byggja vegir, brýr, demningar oa. av sandi og vatni
  • Tapetklistur og endurnýtslutilfar og gággur
  • Farvuladur við út í náttúruna
  • Demma í ánni, gera bátahyljar
  • Smíða eftir egnum hugflogi
  • Vit spæla við svørð og spjót, boga og píl í skóginum

 Tekin:

  • Børnini vísa áhuga í at taka lut í samanhangum/ virksemi, har arbeitt verður aktivt við kreativum prosessum.
  • Børnini tekna, klippa og klistra sjálvi.
  • Børnini spæla sjónleik fyri hvørjum øðrum og teimum vaksnu
  • Børnini eru skapandi (kreativ).

 Eftirmeting:

Vit gjøgnumganga virksemið á stovu- og starvsfólkafundum. Vit diskutera “forløb” og tíðarætlanir


Heilsa og rørsla

 

Vit halda, at børn skulu hava ein sunnan og sterkan kropp. Nógv børn spæla spøl, har tey sita still, og tey ferðast til og frá stovninum í bili ella vogni. Tí skulu børnini hava møguleika fyri rørslu og at brúka ”rástyrki”.

Býlingshúsið hevur avmarkaðar møguleikar at loyva kropsligum virkni inni. Vit eru sera tilvitað um, at børnini skulu út í avbjóðandi umhvørvi. Hetta kann vera á spæliplássinum, í høllini ella – tað sum okkum dámar allarbest – í náttúruni.

Okkara hugsanir um kost leggja dent á heilsugóðan kost, og vit ráða foreldrum til at tálma søtmeti.

Mál:

  • Børnunum dámar at brúka kroppin á ymiskan hátt bæði grov- og fínmotoriskt.
  • Børnini skulu vera kropstilvitað.
  • Børnini skulu kenna og vísa gleði við at røra seg.
  • Børn og vaksin skulu vera tilvitað um heilsu.
  • Børnini skulu hava avbjóðingar og vera trygg við at royna og flyta egin mørk.

Hvat gera vit:

  • Vit er úti snøgt sagt hvønn dag.
  • Vit hugsa og tosa um hóskandi klæðir til veðrið.
  • Vit brúka náttúruna
  • Vit fara túr í hagan
  • Vit venja javnvág, reiggja, spæla bólt osfr
  • Vit hava ítóttardag.
  • Vit syngja sansa- og rørslusangir, tekna okkum sjálvi.
  • Undir/yvir – aftan/framman...
  • Vit tosa og læra um kropp/kost/reinføri/rørslur
  • Vit ganga, tá vit fara túr (taka onkuntíð bussin heim).
  • Vit eru í garðinum.
  • Vit styrkja fínmotorikin við td. at klippa/klistra/perla/byggja lego.

Tekin:

  • Børnunum dámar at røra seg.
  • Børnini taka sjálvi stig til rørsluspøl.
  • Børnini verða tryggari í rørslum sínum.
  • Børnini taka lut í sansasangum.
  • Børnini duga at nevna ymiskar kropslutir.
  • Børnini taka av kropsligum avbjóðingum.
  • Vitan um heilsu speglast í kostinum hjá børnunum.

Eftirmeting:

  • Vit eygleiða kropsliga førleikan hjá einstaka barninum.
  • Vit tosa um kropsligt virksemi á stovu- og starvsfólkafundum.


Mál og samskifti:

Málið er sera týdningarmikið fyri tað samskifti, vit hava við hvønn annan. Hetta er bæði talumál og kropsmál. Vit skulu vera tilvitað um, hvussu vit samskifta og hvussu vit samskifta við hvønn annan.

Vit vilja stuðla uppundir, at børnini menna eitt fjølbroytt mál og eitt gott prátingarlag.

Mál:

  • Børn og vaksin skulu hava eitt virðiligt orðalag.
  • Børnini skulu duga at taka ímóti boðum og málbera seg skilliga.
  • Menna forstáilsi fyri bæði verbalum og nonverbalum máli.

Hvat gera vit:

  • Vit tosa nógv við børnini og geva okkum stundir at vera nærverandi og lurta eftir tí, barnið sigur frá.
  • Vit hjálpa børnunum at seta orð á.
  • Vit lesa og siga søgur fyri børnunum, syngja saman og siga rím og ramsur.
  • Vit vaksnu seta orð á alt tað, vit gera og eru góðar fyrimyndir
  • Vit hjálpa børnunum at loysa ósemjur við orðum.
  • Vit hjálpa børnunum at lesa kropsmál hjá hvørjum øðrum.
  • Vit vaksnu ansa eftir, at samsvar er millum tað, vit vilja bera fram, og tað, vit siga og vísa.
  • Vit fara at nýta TRAS

Tekin:

  • Øll undir Fjalli hava eitt virðiligt orðalag.
  • Vit spæla við málið.
  • Børnini duga at seta orð á egnar kenslur og tørvir.
  • Børnini nýta málið í spæli.
  • Børnini brúka talumál í rundingi.

Eftirmeting:

Á stovufundum gjøgnumganga vit trivnað og menning hjá einstaka barninum, og gerast greið yvir, um barnið mennir sínar málsligu førleikar.

Náttúra og umhvørvi:

Vit vilja, at børnini skulu kenna náttúruna og náttúrufyribrigdi. Býlingshúsið liggur beint við hagan, og vit hava ”okkara stað”, skógin, klettarnar, bassengið, og økið ”uppi yvir” hjá okkum, sum vit brúka sera nógv.

Mál:

  • Børnini skulu kenna árstíðirnar.
  • Børnini skulu kenna djór og plantur.
  • Børnini skulu duga at vísa virðing fyri náttúruni og vita, hvussu vit ferðast í henni og fara við henni.
  • Børnini skulu kenna teir ótrúliga nógvu møguleikarnar, ið eru fyri at brúka náttúruna sum spælipláss.

Hvat gera vit:

  • Børnini eru úti og uppliva náttúruna í øllum veðri
  • Børnini fáa møguleika at brúka sansirnar í náttúruni. Tey fáa upplivingar við at síggja, lukta, smakka, føla og lurta.
  • Vit gera mat úti – td. í ovninum í okkara stað ella á grillini í garðinum
  • Vit fara túr bæði í hagan og í fjøruna.
  • Børnini verða tilvitað um umhvørvið. Vit taka lut í árligu umhvørvisvikuni hjá TK.
  • Vit finna nógv livandi í náttúruni, td síl í ánni, summarfuglalarvur (árstíðir), ymisk kykt, grasormar.
  • Vit eru í ánni, og hon broytist eftir árstíð og veðri – við hvørt er hon mosavaksin, við hvørt hál, fryst, stór, lítil...
  • Vit tosa um sóljur, vár, tjóðarblómuna
  • Vit læra um tjøldrini, fuglar sum heild, leita eftir reiðrum
  • Vit geva børnunum krukkur og gløs at samla kykt í
  • Vit vaksnu eru fyrimyndir og lata vera við at siga at td. kykt eru “vemmilig”.
  • Í fjøruni finna vit krabbar oa
  • Vit hava verkætlanir um fuglar, fjøru og vøkstur
  • Vit hava bøkur um djór, plantur, veður, fuglar osfr.

 Tekin:

  • Børnini tosa um náttúruna.
  • Børnunum dámar at vera í náttúruni.
  • Børnini fordjúpa seg og deila a-ha-upplivingar við onnur
  • Børnini siga frá um djór, fuglar og plantur og duga røttu nøvnini.
  • Børnini síggja og kenna ymisk veðurfyribrigdi.
  • Børnini fara við náttúruni við virðing og taka upp eftir sær og øðrum.

Eftirmeting:

  • Vit tosa um hvussu vit eru í náttúruni á stovu- og starvsfólkafundum, um vit hava neyðuga vitan og útgerð.
  • Tá verkætlanir eru lidnar, eftirmeta vit gongdina, um vit hava nátt tað vit ætlaðu, tíðarætlan oa.

    Siðir og mentan:

Vit halda, børnini undir Fjalli skulu kenna føroyskar siðir og føroyska mentan. Býlingshúsið hevur eisini sína egnu mentan og traditiónir.

Vit vilja, at børnini kenna aðrar, ”fremmandar” siðir og mentanir eisini.

Mál:

  • Børnini skulu kenna siðir og traditiónir í Býlingshúsinum undir Fjalli
  • Børnini skulu kenna føroyskar siðir og høgtíðir.
  • Børnini skulu kenna aðrar mentanir.
  • Børnini skulu vera við til at gera nýggjar siðvenjur.

Hvat gera vit:

  • Vit hátíðarhalda høgtíðirnar jól/føstulávint/páskir.
  • Vit kenna Grækarismessu/Flaggdagin
  • Vit hava afturvendandi tiltøk: sláa tunnu á fastalávint, ommu- og abbadag á páskum, ítróttardag, summartema sum endar við hátíðarhaldi, garðdag, foreldrakaffi, jóladøgurða og jólahald.
  • Vit hava ”Elstabólk”.
  • Vit fara á bókasavnið.
  • Vit siga børnunum frá ”gomlum døgum”.
  • Vit taka lut í ymiskum mentanarligum tiltøkum: framsýningar, konsertir, sjónleikir oa.
  • Vit syngja sangir og siga skjaldur

Tekin:

  • Børnini taka virknan lut í fyrireikingunum til høgtíðir og tiltøk.
  • Børnini vísa gleði og eru spent, og siga frá um upplivingar sínar.
  • Børnini fáa íblástur til spæl.

Eftirmeting:

  • Vit gjøgnumganga virksemið á starvsfólka- og stovufundum. Vit diskutera gongdina og tíðarætlanina.

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...

Elin | Svar 21.10.2014 00.58

Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

09.11 | 23:06

Ein frálík heimasíða :)

...
20.08 | 17:01

Stuttligt at kunna fylgja við børnum okkara gjøgnum hesar frálíku myndir <3 :)

...
21.10 | 00:58

...
21.10 | 00:56

Ein deilig heimasíða

...
Du kan lide denne side