Vit sum arbeiða í Fjalsstovu eru:
Durita, námsfrøðingur
Fía, hjálparfólk
Anita, námsfrøðingur
Ásla, hjálparfólk
Okkara tlf.nr. er 250807
Um okkum
Nútíðarsamfelagið er soleiðis innrættað, at flest
øll børn ganga á dagstovni. Ein stórur partur av teimum fyrstu árunum hjá barninum fer fram á dagstovni; tí er tað umráðandi fyri okkum, at skapa ein góðan og innihaldsríkan
gerandisdag fyri barnið.
Tryggleiki er ein fortreyt fyri trivnaði. Tí leggja vit stóran dent á, at børn og foreldur skulu kenna seg trygg hjá
okkum. Vit halda tað vera týdningarmikið, at barnið fær eina góða innkoyring. Eisini leggja vit okkum eftir, at fáa eina góða byrjan uppá dagin, við at taka væl ímóti børnum
og foreldrum.
At vera úti, dámar okkum sera væl, bæði børnum og vaksnum. Vit fara út at spæla næstan hvønn dag, tað
eru fáir dagar sum detta niður ímillum. Børnini mennast sera væl rørsluliga við at spæla úti, bæði fín- og grovrørsluligt við at skreiða, klatra, grava, hoppa, reiggja,
súkkla, renna og balansera framvið sandkassanum. Kanningar vísa eisini, at hugflogið mennist betri við at spæla nógv úti.
Tá børnini
eru úti sansa tey veður og vind, hvussu tað merkist á húðini, tá regn og heglingur brestir á kinnarnar. Tey merkja t.d. mun á turrum og vátum sandi, og undrast yvir at sandurin summar dagar situr
meira fastur á hondunum enn aðrar.
Vit syngja rættiliga nógv í vøggustovnui. Eisini lesa vit nógvar søgur fyri børnunum og práta
nógv við tey. Soleiðis mennast børnini málsliga.
Í vøggustovuni læra vit børnini at vera sosial og góð við hvønn
annan. Um onkur fær ilt og grætur, leggja vit stóran dent á, at læra tey at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum, við t.d. at siga: “Hygg, nú fekk hann ilt, far og kela hann...” Tá
eru børnini skjót at troysta hvønn annan.
Vit at leggja dent á, at børnini gerast meira sjálvbjargin. Vit stuðla teimum í, at lata
seg í og úr klæðunum. Eisini lata vit tey ganga upp og niður í stiganum, tá tey skulu skiftast. Tá vit eta matpakka, skiftast børnini um at býta matpakkar út, og eisini skonkja tey sær
sjálvi mjólk/vatn.
Alt í alt hava vit tað mega kul í vøggustovuni undir Fjalli