Vitjan í Vágsbotni

Av tí at myndatøkað var á stovninum í dag, var dagurin ikki so drúgvur inni á verkstaðnum. Vit hoyrdu 3. part av "Fólk og dólgar" 🤩 høvdu fríkorter 😀 ótu matpakkan 😲

Síðani fóru vit til gongu oman í vágsbotn. Har stóð ein fittur maður og seldi fisk. Hann var blíður og segði børninum frá hvussu hann gjørdi við fiskin tá ið hann gjørdi hann kláran, at selja.

Í dag seldi hann Knettir, flak, rastan fist, spik, turra grind

Vit gingu longur yvur og har stóð ein og seldi grønmetið. Hann var eisini sera blíður og bjóðaði børninum, at fáa sær eina gularót í part 😀 Tað var stuttligt at síggja hvussu ymiskar gularótirnar vóru 🤩

Síðani fóru vit niðan á Reyn og har vóru børnini sera hugtikin av hvussu lágar nógvar huðrar vóru

Vit komu heim aftur við bussinum 😉


Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

09.11 | 23:06

Ein frálík heimasíða :)

...
20.08 | 17:01

Stuttligt at kunna fylgja við børnum okkara gjøgnum hesar frálíku myndir <3 :)

...
21.10 | 00:58

...
21.10 | 00:56

Ein deilig heimasíða

...
Du kan lide denne side