Gráasteinsstova - blandað stova

Vælkomin til okkara heimasíðu!

 

Vit, sum arbeiða í Gráasteinsstovu, eru:

Bodil Wardum, námsfrøðingur

Maud H. Brodersen, hjálparfólk

Heidi Skoubo, hjálparfólk

Beinta Joensen, hjálparfólk

 

 

Okkara telefonnummar er: 250805 😀

 

Um okkum

Vit eru ein blandað stova við børnum í aldrinum 3-7 ár

 

Vit eru øll ymisk, og sum starvsfólk síggja vit stóran týdning í at royna at rúma øllum børnunum við teirra ymisku tørvum. Hetta er sjálvsagt ikki møguligt allatíðina, men vit ynskja at leggja tað so til rættis, at øll trívast – børn og vaksin.

 

Eitt týdningarmikið amboð í hesum arbeiðnum er viðurkenning – at viðurkenna hvønn einstakan fyri tann hann/hon er.

 

Børnini møta millum kl. 7.30 og kl. 9.30, og í tí tíðarskeiðnum er vanliga frítt spæl á skránni – bæði inni og úti. Kl. 9.30 samlast vit øll aftur inni á stovuni, har vit hava Runding. Í Rundinginum sita vit øll saman í einum rundingi, har vit tosa um dagin og veðrið, umframt at vit “føra protokol”. Harafturat syngja vit saman og tosa um, hvat vit fara at gera ígjøgnum dagin.

 

Vit hava eisini valt at arbeiða við “Stig-fyri-stig”, sum er ein námsfrøðiligur háttur við tilfari, ið skal nýtast til at læra børnini empati, tilknýti og sosialt samspæl. Hetta gera vit eisini í Rundinginum – eina ferð um vikuna – og her eru vit saman vit hinari barnagarðsstovuni, og aloftast býtt upp í yngri og eldri.

 

Í tí dagliga leggja vit stóran dent á at býta børnini upp í smærri bólkar, og vit leggja okkum eftir eisini at fara út av húsinum. Túrarnir eru ymiskir, men vit hava nøkur føst støð s.s. niðan eftir Rossagøtuni, har vit hava eitt stað fram við ánni, ið vit kalla “Okkara stað”, umframt at vit ofta fara niðan til “Klettarnar”, ið eru uppi við Hotel Føroyar. Viðhvørt vitja vit eisini spælipláss runt um í Havnini og aðrar barnagarðar, og á hesum túrum hava vit eisini gjarna matpakka við.

 

Í hesum sambandi er sjálvbjargni eisini ein fastur táttur. Her hugsa vit nógv um, at børnini sjálvi lata seg í klæðini, tá vit fara avstað. Á hesum túrum fáa børnini veruliga stimbrað tann motoriska partin. Úti er vítt til veggja og høgt til loftið, børnini fáa útfoldað seg og fáa avbjóðingar, ið eru øðrvísi enn inni. Somuleiðis læra tey eisini at ferðast í ferðsluni og at kenna náttúruna, sum hevur ein so grundleggjandi leiklut.

Tá vit eru túrar, og harvið býtt upp í smærri bólkar, fæst somuleiðis størri nærvera millum starvsfólk og børn, og tað er júst í hesum bólkum og í hesi nærveru, at vit veruliga kunnu arbeiða við trivnaði og viðurkenning.

 

Tí – ongin er øðrvísi – øll eru ymisk!   😀                      

 

 

Skriv en ny kommentar: (Klik her)

123hjemmeside.dk
Tegn tilbage: 160
OK Sender...
Se alle kommentarer

| Svar

Nyeste kommentarer

09.11 | 23:06

Ein frálík heimasíða :)

...
20.08 | 17:01

Stuttligt at kunna fylgja við børnum okkara gjøgnum hesar frálíku myndir <3 :)

...
21.10 | 00:58

...
21.10 | 00:56

Ein deilig heimasíða

...
Du kan lide denne side